Mikukvøldið klokkan 20 fer DR2 at vísa fyrsta part í nýggjari sjónvarpsrøð um Læknastríðið í Klaksvík í fimmti árunum.
Hetta er tiltikið stríð, sum hevði við sær bumbuspreingingar og samanbrestir millum klaksvíkingar og danskt løgreglu- og hervald – eitt skifti líktist tað næstan einum borgarakríggi.
Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi danskur forsætisráðharri, er vertur fyri sendingina, og tað er hann, sum leiðir rannsóknina aftur í fimmti árini í Klaksvík.
Upptøkur eru gjørdar í Klaksvík og aðrastaðni í Føroyum fyrr í ár, og tað verða fólk úr ymiskum legum, sum saman við søgufrøðingum greiða frá, hvat hendi, og hví tað hendi.
Allir fýra partarnir í røðini, sum DR2 kallar »Klaksviksstriden«, verða tøkir á netvarpinum hjá DR mikudagin.