Nú fer Naddoddur aftur uppá langfart

Um eina góða viku, ella so, fara tvøramenn eina søguliga langferð við seksæringurin Naddoddi

Nú fara tvøramenn aftur uppá langfart við seksæringinum Naddoddi.

Í fjør vóru teir í Noregi á bátastevnu.

Men hesuferð verður farið eina meiri søguliga ferð.

Hesuferð ætla teir sær til Íslands-í kjalkarvørri Naddodds, sum báturin er nevndur eftir.

Teir ætla at fara um eina góða viku, ella so, alt eftir,

veðurlíkindini og veðurforsagnirnar eru.

Teir skulu helst hava sunnan, ella eystanvind, tá ið teir fara.

Men Naddoddur gongur avbera væl, so fáa teir góðan byr, hava teir ikki meiri enn tvey samdøgur til Íslands.

Ein av eigarunum, Helgi Enni, sigur, at Naddoddur kemur lættliga uppá 10 míl í góðum byrði.

Sjálvur ferð hann ikki við til íslands.

Men í Íslandi er ætlanin at fara inn á Reyðarfjørði á Eysturlandinum, beint sunnanfyri Seyðisfjørð.

Og tað er ikki av tilvild, at farið verður júst til Reyðarfjørð.

Tí tað var nettupp her, at søgubøkurnar siga, at Naddoddur hin føroyski, sum báturin er nevndur eftir, kom á land, táið hann fann Ísland í 850.

Í Íslandi er so ætlanin at ferðast runt við bátinum so sum umstøður og veður er.

Men har um vegir eru eisini íslendingar, sum siga seg vera ættaðar frá Naddoddi gamla, og ber tað til, er ætlanin at hitta onkrar av teimum.

Tað fara eini fimm, seks fólk við Naddoddi til Íslands.

Fyribils siga tvøramenn, at tey, sum fara við, eru Ernst Petersen, sum verður skipari, Agnes Mortensen, Finnbogi Joensen og Sverri Jensen.

Men áhugavert er tað, at tvøramenn eisini siga, at Zakarias Hammer í sjónvarpinum ferð við, og hann ætlar so at taka alla ferðina uppá sjónband og at gera onkrar sjónvarpssendingar burturúr, sum síðani verða sendar seinni.

Við sær at eta, hava tey ymiskt ?turrfóður³, sum tey eru farin at nevna tað á Tvøroyri.

Men talan er sjálvandi um føroyskt turrfóður: Turt tvøst, turrur fiskur, turt spik, turt kjøt o.a.

Annars hava tey amboð við, so tey fáa kóka sær ein heitan munn.

Annars er trygdin í lagi. Tey hava øll yvirlivilsisdraktir. Og harumframt hava tey báði sendara og gummibát.

Víkingarnir við Naddoddi fáa eina høgligari heimferð, enn útferðin var, Tí teir koma heimaftur við Norrønu onkuntíð um mánaðarskiftið juni-juli.


Á Norðoyastevnu

Annars fór Naddoddur til Kalksvíkar í gjár á Norðoyastevnu.

Tað er nevniliga Føroya Bjór, sum hevur latið teimum seglið, sum hevur ein stóran veðr á.

Og nú ætla tvøramenn so at nýta høvi at fara til norður at hitta Waag - menninar í Klaksvík at takka teimum fyri stuðulin.

Seglið er eisini seymað í Klaksvík og teir lata avbera væl at tí.

Næsta summar er ætlanin at fara til Hetlands, har Naddoddur er boðin við á eina bátastevnu.