Øssur Hansen og hansara menn á Argjum hava í løtuni av álvara fatur í rætta endanum.
Í kvøld vunnu teir 5-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Hetta var fjórða ferðin á rað, at AB vann fulla úrtøku. Eftir tepran 2-1 sigur í Runavík vann AB 4-0 heimasigur ímóti B71, 2. páskadag vann AB seg við fínum 3-2 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, og í kvøld endaði tað við 5-1 stórsigri ímóti KÍ.
Góða gongdin seinastu ferðirnar ber við sær, at AB nú hevur 14 stig og er á triðja plássi eitt stig aftanfyri B71. AB hevur spælt ein dyst færri enn kappingarneytarnir. Tað bíðar útsettur dystur á Argjum ímóti EB/Streymi.
Í kvøld vóru tað fimm ymiskir AB spælarar, sum skoraðu málini.
Einasta málið í fyrra hálvleiki í kvøld skoraði Bartal Skaalum Petersen í 8. minutti. Hetta var annað málið hjá Bartali í ár.
Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Sjúrður Henriksen um munin til 2-0. Uppleggið átti Heðin Olsen, og tá ið Heðin Olsen økti um munin til 3-0, tá ið ein lítil tími var farin, átti Sjúrður Henriksen uppleggið. Hetta var fyrsta málið hjá Heðini Olsen í 1. deild í ár, og hetta var onnur ferðin, at 17 ára gamli Sjúrður Henriksen skoraði mál í næstbestu deildini. Fyrsta málið skoraði hann 8. august í fjør, tá ið AB vann 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ, veit FaroeSoccer at siga.
Fram ímóti dystarenda skoraðu Gunnar Reynslág og Tóki Næss Rasmussen, og so var støðan 5-0. Hjá báðum var talan um fyrsta málið í ár.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði Milio Lynge Biilmann fyri KÍ. Hetta var fyrsta málið í ár í næstbestu deildini hjá 17 ára gamla grønlendska spælaranum.
KÍ, sum er á sætta plássi við 10 stigum, fær mikukvøldið vitjan av ÍF.
AB fer fríggjakvøldið at spæla á útivølli ímóti 07 Vestur.