Nú hava kommunurnar aftur hall

Kommunurnar verða dýrari og dýrari at reka og tær byggja meiri og meiri út

 

Nú hava kommurnar í Føroyum aftur hall.

Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagsovuni yvir fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum.

 

Hagstovan sigur, at í 2013 var triðja árið á rað, at kommunurnar øktu um raksturin og íløgurnar.

- Av tí at lítil og ongin vøkstur var í skattinum í 2013, gjørdist úrslitið, at í 2013 høvdu kommunurnar hall, og tað er fyri fyrstu ferð síðan 2009.

 

- Í 2013 brúktu kommunurnar knappliga 1,6 milliardir krónur til rakstur og íløgur, og tað var 83 milliónir meira enn í 2012, ella ein vøkstur á 5,6 prosent.

- Síðan 2001 eru útreiðslurnar vaksnar javnt. Einstøk undantøk eru,  og serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008  -  fallið í 2009. Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og íløguútreiðslurnar 300 milliónir, ella 16 prosent.

Síðan 2010 eru útreiðslurnar í miðal vaksnar gott 4 prosent um árið.

 

Skattainntøkurnar hjá kommununum vóru 1.575 milliónir krónur í 2013 og tað var fimm milliónir meira enn í 2012, ella 0,3 prosent meiri.

Í 2001 var skatturin umleið ein milliard. Síðani eru skattainntøkurnar vaksnar, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var. Nú er kommunuskatturin næstan 1,6 milliard tilsamans

 

Úrslitið hjá kommununum í 2013 var eitt hall á 45 milliónir krónur og hetta er um 3 prosent av skattainntøkuni.

Seinastu fýra árini hevur úrslitið sveiggja um null, eitt lítið yvirskot frá 2010 til 2012 og eitt lítið hall í 2013.

 

- Fyrst í øldini høvdu kommunurnar sum heild stórt yvirskot, sum bleiv brúkt til at rinda niður skuld.

- Tá kommunurnar gjørdu stóru íløgurnar í 2007 og 2008, var stórt undirskot, sum varð fíggjað við lántøku. Skuldin hjá kommununum er tó ikki so stór, at tað er neyðugt at hava stór avlop í løtuni, sigur Hagstovan.

 

Í 2006 vóru kommunurnar at kalla skuldarfríar sum heild.

- Hetta sæst við, at bæði rentuútreiðslurnar og nettoskuldin vóru í botni. Men fyri at fíggja íløgur, vaks skuldin til 740 milliónir í 2009. Síðani tá er skuldin javnt fallin og er nú 658 mió. kr.

 

Hóast kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan 2009, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó fallið heilt fitt.

. Í 2009 høvdu tær eina nettoskuld, sum var um 55 prosent av skattainntøkunum, og í 2013 var hetta fallið niður í 42 prosent.

- Orsøkin til fallið, er í høvuðsheitum, at skattainntøkan veksur.

 

Hvør sær er støðan hjá kommununum tó ymisk, nakrar noyðast at hava yvirskot fyri at rinda niður skuld, aðrar hava undirskot, tí tær gera íløgur og so framvegis.