Hesa seinastu tíðina hevur heilsuverkið havt eina royndarskipan við ókeypis sálarfrøðiligari hjálp til fólk ímillum 15 og 35 ár, og sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. Skipanin fer úr gildi aftur 31. oktober 2023.
Tey, sum vóru við í skipanini, kundu fáa 12 viðtalur, og prísurin fyri hvørja viðtalu er 950 krónur fyri hvørja ferð.
Men fyri summarferiuna varð greitt, at tað var so stórur tørvur á hesum tilboðnum, at pengarnir vóru uppi, og tískil máttu tey gevast við hesi viðgerini. Tað elvdi til stóra misnøgd, tí hetta var eitt stórt bakkast fyri tey, sum vóru í skipanini.
Skal hetta tilboðið halda fram, verður neyðugt at Løgtingið játtar 4,6 milliónir afturat til endamálið í ár og nú hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta teir pengarnar. Løgtingið fer at viðgera uppskotið ein av fyrstu døgunum, soleiðis at haldast kann fram við hesi ókeypis viðgerðini.