Nú hevur Mads skrivað undir

Danski álopsspælarin hevur bundið seg at spæla við HB í minsta lagi tvey tey næstu árini

In.fo visti tað fyri vist í gjárkvøldið, og nú hevur HB váttað søguna.

 

Í dag hava 20 ára gamli danski álopsspælarin Mads Borchers og HB undirskrivað sáttmála. Sáttmálin sigur, at Mads Borchers, sum í fjør var toppskjútti í 07 Vestur við 15 málum – 12 í landskappingini og trý í steypakappingini – fer at umboða HB í 2023 og 2024.

 

-Eg eri komin til HB fyri at skjóta mál og vinna, sigur nýggi HB álopsspælarin við facebooksíðuna hjá HB.

 

https://in.fo/news-detail/hb-hevur-funnid-malrevin