Nú hvørvur kavin

Hátrýst nærindis Føroyum geva kalt og støðugt veður. Frá mikudegnum viknar hátrýstið væntandi og fer í ein landsynning, meðan brúgvaløg nærkast Føroyum av útsynningi.

 

Í dag verður lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Í støðum sól, men okkurt æli, partvís sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. Um náttina øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 4 stig.

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, sum frá kvøldinum makar niður í eitt lítið lot, undir 6 m/s. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 stig, um náttina um frostmarkið.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av landsynningi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum frostmarkið og 4 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin upp í gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 1 og 6 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá kvøldinum øtlar upp í hvassan vind upp í skrið av landsynningi, 15 til 20 m/s. Skýggjað og stundum regn og um náttina meiri regn av útsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður hvassur vindur upp í skrið av suðri og vestri, 15 til 20 m/s, yvirhøvur skýggjað við ælaveðri og hitin millum 5 og 8 stig.