Tá Sunda kommuna fór undir at umvæla býráðsskrivstovuna á Oyrarbakka, fór Terji Johannesen við Norðskála undir tilgongdina at dreya ein hamara til nýggja býráðssalin - ein hamara, sum Terji síðan hevur latið kommununi í gávu.
Sjálvur byrjaði Terji so smátt at dreya í 1999. Terji byrjaði í starvi sum skúlavørður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka í 2003 og kom trædreying inn í felagsskúlan við honum.
- Skúlaleiðslan saman við kommununi keyptu átta dreyibenkur, bandsag og alt tað, sum hoyrir til trædreying, og skjótt fyltist smíðstovan við næmingum.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at longu árið eftir - í 2004 - vóru fyrstu flokkarnir í trædreying tiknir inn í kvøldskúlan, og kvøldskúlin í kommununi hevur havt trædreying á skránni líka síðan.
Terji Johannesen hevur undirvíst øll árini.
Tá hann verður spurdur, hvat tað var, sum fekk hann at gera hamaran til Sunda kommunu, er svarið, at ein hamara eigur ein býráðssalur at hava, og at gávan er ein tøkk til Sunda kommunu fyri ta vælvild, sum kommunan hevur víst yrkisgreinini trædreying.
Um hamaran, sum Sunda kommuna nú hevur fingið, sigur Terji, at hann er drigin úr trænum, gullregn.
##med2##
- Platturin er úr einum gullregntræi hjá Hendriki Rubeksen í Havn, sum varð sett niður í 1953, og varð felt í 2013. Tá hevði træið vaksið seg til 237 sentimetrar í ummál.
Í Sunda kommunu siga tey, at tað var av hesum træi, at Terji fekk eina grein.
- Hamarin sjálvur er úr gullregntrænum, sum stóð í urtagarðinum hjá Elisabeth og Berinti Justinussen í Streymnesi, siga tey í Sunda kommunu í dag, har tey fegnast um gávuna, sum nú verður fast innbúgv í býráðssalinum.