Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum hevur valt seks mál, ið eru í uppskoti til at gerast ársins mál í Effo-deildini í 2014.
Samanlagt vóru 415 mál skotin í Effo-deildini í ár.
Hvønn mánað hevur Fótbóltssamband lagt atkvøðugreiðslu út, har besta málið fyri mánaðan hevur verið valt. Útfrá tí atkvøðugreiðsluni, eru seks mál nú í uppskoti til at verða ársins mál í Effo-deildini í 2014.
Málini, ið til ber at atkvøða um, eru skotin av:
Róaldur Jakobsen, B36 (AB-B36 1-2, 22. mars)
Jákup á Borg, B36 (ÍF-B36 2-5, 21. apríl)
Fróði Benjaminsen, HB (KÍ-HB 1-2, 25. mai)
Niels Pauli Danielsen, EB/Streymur (HB-EB/Streymur 1-2, 9. juni)
Clayton Soares, ÍF (ÍF-Víkingur 2-2, 4. august)
Jóhan Dávur Højgaard, B68 (B68-AB 1-2, 1. oktober)
Atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum (Leivur Frederiksen, Jákup Ósá og Tróndur Arge) telja hini 50 prosentini.
Til ber at atkvøða um ársins mál, við at trýsta á HER.