Nú kemur nýggja prísskipanin hjá SSL

- Ein lágur prísur verður fyri tey, sum búgva í oyggjum, har sjóvegis farleiðir sigla til og frá, meðan prísurin fyri aðrar føroyingar, sum brúka hesar leiðir, verður eitt sindur hægri. Útlendsk ferðafólk koma at gjalda meiri enn føroyingar.

Tey, sum búgva á oyggjunum og bert hava sjóvegis samband til meginøkið, skulu fáa ein lætta. Tey, sum bert brúka Sam, Sildberan og hini strandfaraskipini viðhvørt, kunnu gjalda eitt sindur meir. Strandfaraskip Landsins fara at taka meira inn frá útlendskum ferðafólkum enn frá fastbúgvandi føroyingum.

 

- Hesir eru grundtankarnir í nýggju prísskipanini, sum kemur í gildi eftir ársskiftið.

 

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum júst hevur havt framløgu av einum nýggjum "reformi av SSL & nýggjari prísskipan".

 

Arbeiðið, við at endurskoða prísskipanina hjá Strandfaraskipum Landsins fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum og at endurskoða prísir fyri útlendsk ferðafólk, er nú komið á mál, og eftir ársskiftið verður nýggj prísskipan sett í verk.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at ítøkiliga merkir hetta, at ein lágur prísur verður fyri tey, sum búgva í oyggjum, har sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins sigla til og frá, meðan prísurin fyri aðrar føroyingar, sum brúka hesar leiðir, verður eitt sindur hægri.

 

- Útlendsk ferðafólk koma at gjalda nakað meiri enn føroyingar. Hetta er sami leistur, sum prísirnir við tyrluni hjá Atlantic Airways eru skipaðir eftir, sigur Dennis Holm.

 

Tá nýggja prísskipanin er sett í verk, verður Samleikakortið hjá Talgildu Føroyum brúkt fyri at skyna ímillum oyggjabúgvar, aðrar føroyingar og útlendsk ferðafólk, tá ferðaseðlar verða keyptir.

 

- Ein onnur broyting er, at frá 1. januar 2024 verður ferðaseðilin ein einvegis ferðaseðil, og ikki sum í dag, har ferðaseðilin á oyggjaleiðum er ein “aftur-og-fram” ferðaseðil.

 

Prísskipanin hjá Bygdaleiðum verður eisini dagførd. Hetta arbeiðið er í gongd, og verður nýggja prísskipanin hjá Bygdaleiðum ætlandi eisini klár at seta í verk eftir ársskiftið.

 

Hóast skilt verður ímillum oyggjabúgvar og aðrar føroyingar, so kunnu fólk í øðrum pørtum av landinum, sum hava fulltíðarstørv á oyggjunum, søkja um at fáa sama prís sum oyggjabúgvar og fáa á tann hátt somu sømdir sum oyggjabúgvar.

 

Føroysk lesandi uttanlands fáa eisini við at vísa galdandi lestrarkort somu sømdir sum føroyingar, tá tey ferðast við oyggjaleiðum og bygdaleiðum.

 

- Nýggja prísskipanin er tekin um nýggjar tíðir hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

 

Hann vísir á, at vanliga verður bara hugt eftir útreiðslunum hjá Strandfaraskipum Landsins og í lítlan mun eftir inntøkunum.

 

- Men við einari veksandi ferðavinnu, sum eisini setir økt krøv, so hevur tað eisini týdning at hyggja eftir prísbygnaðinum – og kann eitt veksandi inntøkugrundarlag frá ferðavinnuni eisini leggja lunnar undir betri tænastur, sum fólk kring alt landið eisini fáa ágóðan av, sigur landsstýrismaðurin.

 

##med2##

 

Her er nýggja prísskipanin hjá SSL, sum verður galdandi frá 1. januar 2024 at rokna