Sum skilt er kanningingararbeiðið viðvíkjandi nýggjum sáttmála ikki komið so langt enn, at tað kann leggjast fyri uttanlandsnevndini týsdagin.
Málið um russlandssáttmálan var á skránni hjá uttanlandsnevndini 2. mai í fjør, og av onkrari orsøk er sama mál komið á skránn hjá uttanlandsnevndini aftur í ár.
---
Vegna feil í skránni hjá Løgtinginum skrivaðu vit hesa grein í morgun:
Nú kemur sáttmálin við Russland í Løgtingið
Týsdagin fær uttanlandsnevndin hjá Løgtingið at vita, hvat landsstýrið ætlar sær við samstravinum við Russland
Sum løgmaður áður hevur boðað frá, at verður útgreiningararbeiðið av samstarvinum við Russland liðugt hendan mánadagin. Tey eru komin so langt við málinum, at tað verður lagt fyri uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum týsdagin.
Tað sæst í skránni hjá uttanlandsnevndini, har ráðførsla sambært § 54 í Stýrisskipan Føroya, um samráðingar við Russland um fiskiveiðiavtalu fyri 2023, er á skránni:
3. Ráðførsla sambært § 54 í Stýrisskipan Føroya um at áseta føroyska samráðingarheimild viðvíkjandi samráðingum millum strandarríkini um eitt framtíðar svartkjaftabýti
4. Ráðførsla sambært § 54 í Stýrisskipan Føroya um at áseta føroyska samráðingarheimild viðvíkjandi samráðingum millum strandarríkini um eitt framtíðar norðhavssildabýti