So eydnaðist tað loksins H71 at skriva seg inn í føroysku hondbóltssøguna. Tað varð veruleiki leygardagin, tá liðið úr Hoyvík vann finaluna í steypakappingini fyri menn móti Kyndli. Hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at H71 (onkur segði Hans71) vann nakað í føroyskum hondbólti. Og gleðin var eisini eyðsæð millum leikarar og áskoðarar, tá dysturin var av, og H71 hevði vunnið 24-20.
Størsti trupulleikin hjá Kyndli alt kappingarárið hevur verið verjan, og tað gjørdu kyndlamenn eisini nakað við. Frá byrjan av fóru teir út í hoyvíkingar við eini sera offensivari verju. Hetta tók eisini H71-liðið á bóli fyrstu løturnar. Men tað er sera krevjandi at spæla við eini tílíkari verju, og tað gekk ikki so leingi, áðrenn hesin taktikkurin varð sleptur. Tá hevði Kyndil megnað at spælt upp ímóti favorittunum, men heldur ikki meir.
Vónin var ivaleyst at fáa eina lítla leiðslu við hesari verjuni og so halda hana so leingi sum gjørligt, men tað eydnaðist ikki. Kyndil kom ongantíð meir enn eitt mál framum, og móti endanum av fyrra hálvleiki fór H71 so smátt at leggja Kyndil afturum seg. Støðan í hálvleikinum var 11-9 til H71, og skriftin hómaðist á vegginum.
Munurin ov stórur
Í seinna hálvleiki fekk H71 trý tey fyrstu málini, og so var sloppið. Munurin kom nú upp á fimm mál, og eftir tað megnaði Kyndil ikki at hótta H71 aftur. Royndin var góð, men munurin millum liðini vísti seg at vera ov stórur.
Nú gjørdist sigurin »bert« upp á fýra mál, men hann kundi verið størri. Tað var H71, sum stýrdi hendingunum so at siga allan vegin og hevði eisini sálarligu yvirvágina allan seinna hálvleik. Og so hoyrdust áskoðararnir hjá H71 eisini nógv betur enn teir hjá Kyndli, sum vóru komnir í størri tali enn vanligt við grønum málaðum andlitum, men sum tagnaðu burtur rættiliga skjótt. Kanska høvdu teir brúkt allar kreftirnar til kvinnufinaluna...
Kyndil fekk einki burtur úr kappingarárinum í ár, og hetta sær út til at gerast ringasta kappingarár nakrantíð hjá 1. mansliðnum hjá Kyndli. Í fjør bleiv liðið nummar trý í landskappingini, og tað var ringasta úrslit nakrantíð hjá havnarfelagnum. Í ár sær út til at fara at ganga enn verri. Tað er einki, sum bendir á, at liðið fer at taka seg fram um nakað av teimum trimum oddaliðunum, og ein endastøða sum nummar fýra er ikki nakað, sigursvanda havnarfelagið er vant við ella brýggjar seg um.
So er støðan beint tann øvugta hjá H71. Felagið hevur nú vunnið sítt fyrsta steyp, og um teir megna at halda upp á fólkið, er væl hugsandi, at tað ikki verður tað seinasta. Meistaraheitið vinna teir neyvan í ár, men næsta kappingarár byrja øll liðini á null, og við sama liði kann H71 koma enn longur upp í føroysku hondbóltssøgubókunum. Livst so spyrst.