Nú kom gongd á søluna

Føroyingar hava broytt atburð, sigur Sigvør Laksá, stjóri á G-festivalinum, sum byrjar í dag

Fólk vóru klár, tá ið tjaldingarplássið á Glæt upp seinnapartin í gjár

Hesar seinastu dagarnir hava verið rokmiklir í Gøtu. G. Festivalurin byrjar í dag og tað merkir, at teir næstu tríggir dagarnir eru rokaðir við konsertum og øðrum upplivilsum. Sigvør Laksá, stjóri á G-festivalinum, sigur, at hóast tað hevur verið rokaligt, so verða tey liðug, táið í startskotið ljóðar. Og tað verður longu nú, klokkan fimm í dag, at tann fyrsta konsertin verður, og bara í dag eru einar 20 framførðslur á festivalinum.

 

Tað hevur verið eitt sindur ivingarsamt, hvussu tað fór at hilnast við fólki á G í ár, men stjórin sigur, at seinastu tíðina er rættilig ferð komin á søluna av atgongumerkjum. Hon heldur, at korona hevur fingið føroyingar at broyta atburð, tí vit keypa ikki longu atgongumerki í góðari tíð frammanundn. Tað er sum um, at øll bíða fyri at vita, hvussu støðan verður, men hesa seinastu tíðina er rættilig gongd komin á, sigur hon við FM1.

 

Hjá tí eldra ættarliðnum er høvuðs-konsertin í kvøld kanska gitna, amerikanska country-sangarindan, Carlene Carter. Tey yngru eru kanska mest spent upp á danska rapparan, Tessa, sum spælir seinni. Sjálv er Sigvør serliga spent upp á at hoyra íslendska Ásgeir, sum eisini var á G leygarkvøldið, umframt tær føroysku konsertunum.

 

Sí fleiri myndir her:

 

Fólk vóru klár, tá ið tjaldingarplássið á Glæt upp seinnapartin í gjár