Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skulu kommunur hava møguleikan at leggja tænastugjøld á hús, har eingin hevur skrásettan bústað

Nú koma tænastugjøld á tóm hús og bústaðarskylda

Í næstum fer landsstýrið at leggja tvey lógaruppskot fyri tingið, sum skulu bøta um bústaðarviðurskifti

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skulu kommunur hava møguleikan at leggja tænastugjøld á hús, har eingin hevur skrásettan bústað

Landsstýrið er á veg í Løgtingið við tveimum málum í sambandi við bústaðarpolitikkin. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í einum sjónvarpsbroti, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt á netið.

Tað er Margit Stórá, landsstýriskvinna, sum arbeiðir við hesum málum, sigur løgmaður. 

– Tey hava til endamáls at byggjast skal munandi meira, enn vit gera í løtuni. Vit skulu byggja minni eindir og harvið bíligari, sigur hann.

Løgmaður vísir á, at eitt er, at fólk skulu hava okkurt at búgva í. Men tey skulu eisini hava bústaðir, sum tey hava ráð at búgva í, sigur hann.

Hann sigur, at tvey mál nú eru á veg í Løgtingið, sum hava við bústaðartrotið at gera. 

Annað er, at kommunur fáa heimild at leggja tænastugjøld á tóm hús. Hetta er ein heimild, sum kommunurnar á og sum tær sjálvar gera av, um tær brúka, sigur løgmaður.

– Nógv hús kring landið – bæði í Havn og serliga úti á bygd, verða uppkeypt av feløgum ella fólki við nógvum pengum, sum verða brúkt til at leiga út til ferðavinnuna. Tað ger tað trupult hjá familjum at fáa bústaðir, tí fáa kommunurnar nú hesa heimild, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Hann sigur, at gjaldið tó ikki kann vera hægri enn veruligu útreiðslurnar, sum kommunurnar hava av húsum. Tað kann vera til vatn, kloakk, brúkatilbúgving og so framvegis.

Hitt málið, sum nú verður lagt fyri tingið, er at geva kommunum heimild til, tá útstykkingar verða gjørdar, at áleggja bústaðarskyldu. 

– Og tað er av somu orsøkum. Vit hava sæð onkuntíð, serliga tá íbúðir verða bygdar, at kanska 30, 40 ella 50 íbúðir, so kann tað vera eitt felag ella einstaklingur, sum eigur nógvar pengar, sum keypir 5, 6 ella 7 íbúðir at leiga út til ferðavinnu.

– Tá endamálið hjá kommunum er at útvega bústaðir til fólk, so røkka tær ikki endamálinum, tá tað hendir. Tí fáa kommunurnar nú hesa heimid, sum kommunurnarn kunnu velja at brúka, um tær vilja, at her skal vera bústaðarskylda, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skulu kommunur hava møguleikan at leggja tænastugjøld á hús, har eingin hevur skrásettan bústað