– Fiski- og alivinnan hevur frá landinum fingið atgongd til havtilfeingi. Tað er rætt og rímiligt, at vinnan rindar fyri hesi rættindi.
Tað segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í ólavsøkurøðuni.
Hann segði, at eftir ætlan verða uppskot um tilfeingisgjøld í fiski- og alivinnuni løgd fram í heyst.
– Landsstýrið er farið undir at nýskipa fiskivinnuna. Nakrar broytingar eru longu framdar. Inntøkutrygdin hjá sjófólki er latin pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at umsita, og skipan við tilfeingisgjaldi av makrel- og sildaveiðu er sett í verk. Fiskivinnan er lívæðrin í okkara samfelag. Politiskt eru vit samd um, at hon skal hava bestu karmarnar grundaðar á burðardygga nýtslu av havsins tilfeingi. Men vit eru ikki samd um, hvussu vit røkka hesum máli, segði løgmaður.
Og løgmaður heldur ikki, at samgongan einsamøll skal fremja nýskipaninia í fiskivinnuni:
– Eg vil hava eina breiða semju um, hvussu vit nýskipa fiskivinnuna til tess at skapa tryggar karmar og burðardygt grundarlag undir høvuðsvinnu okkara. Lógaruppskot um fiskivinnunýskipan verður latið løgtinginum í hesi tingsetu, segði løgmaður.