Høgni Hoydal eigur at leggja frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum!
Tað heldur Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin í tingi.
Hóast Høgni Hoydal bara hevur verið landstýrismaður í góðar tveir mánaðir, hevur hann longu elvt til so stóran ruðuleika, at hann má taka avleiðingarnar, heldur fólkafloksmaðurin.
Løgtingið viðgerð ætlanin at leggja avgjald á fiskiskapin eftir svartkjafti. Í hesum sambandi vísir Jákup Mikkelsen eisini til ætlanina um at selja ein part av kvotuni í Barentshavinum á uppboði, og um ætlanina at skipa eina uppboðssølu av fiski yvirhøvur.
Og sipað verður eisini á ætlanina at fara burtur frá eginkvotum, og yvir til felagskvotur, fyribils, tí tað er eyðsæð, at tað fer at minka um virðið, tá ið tað verður kappfisking ístaðin fyri, at hvørt skip fær sína kvotu, sum tey kunnu fiska, tá ið tað liggur best fyri.
Vinnan er so ótrygg, at hon torit ikki at gera íløgur, og reiðarar, sum hava gjørt avtalur um at byggja nýtt skip, hava slept ætlanini,tí støðan er so ótrygg.
Høgni Hoydal hevur skapt slíka óvissu, at hann eigur rætt og slætt at leggja frá sær, sigur Jákup Mikkelsen.