Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki spældu í kvøld dyst á útivølli í ovara endaspælinum í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Dysturin var leiktur í Kuopio móti KuPs.
Kups skoraði tvær ferðir fyrsta hálva tíman, og var á odda 2-0 í steðginum. Leingi var støðan 2-0, men tá klokkan vísti 87 minuttir minkaði Olatoundji Tessilimi um munin til 2-1. Tríggjar minuttir seinni javnaði Markus Arsalo til 2-2, og so hildu Samuel og liðfelagarnir, at javnleikurin var heima. Men í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði heimaliðið til 3-2, so SJK mátti ferðast heim aftur til Seinäjoki við ongum stigi.
SJK er nummar fimm í ovara endaspælinum við 42 stigum. SJK hevur níggju stig upp til fremsta liðið, Inter Turku, og teir hava fimm stig upp til KuPs, ið er á triðja plássinum, ið gevur atgongd til Conference League við lokið kappingarár. Tí var tað eyka ergiligt, at SJK ikki megnaði at knógva javnleikin í kvøld.
Komandi leygardag hevur SJK dyst á heimavølli móti Inter Turku.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá dystinum KuPs-SJK Seinäjoki 3-2 (2-0):
##med2##.