Nú ræður um at fara til verka

- Tað er rættiliga avgerandi, at tað gongur sum eftir skinnarum, sigur Helena Dam á Neystabø

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vinstrumegin, Helena Dam á Neystabø, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, skoða modellið av nýggja skúlanum á Fløtum

Nú ræður um fara ígongd sum skjótast!

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, er fegin um, at tað hevur gingið so skjótt at avgreiða arkitektakappingina um nýggja stórskúlan í Vesturbýnum, Skúlan á Fløtum, sum skal hýsa eini 850 skúlabørnum og eini 100 lærarum og øðrum starvsfólkum.

Arkitektakappingin varð útskrivað í heyst og í gjár varð vinnandi verkætlanin avdúkað fyri almenninginun.

Og Helena Dam á Neystabø sigur, at nú er tað sera avgerandi, at farið verður til verka beinanvegin og at arbeiðið gongur sum eftir skinnarum.

- Nógv av børninunum, sum skulu ganga í nýggja skúlanum, eru at kalla heimleys, og tí er avgerandi, at stígur ikki kemur í nú.

- Spakin skal setast í sum skjótast, helst í summar, so at tey fyrstu børnini kunnu flyta inn í skúlan í 2018, soleiðis sum ætlað. Tað er miðdeildin, ella børnini frá 4. til 6. flokk, sum flytir inn fyrst.

Í 2019 flyta teir eldru flokkarnir inn, og í 2020 er allur skúlin liðugur, og tá flyta eisini teir yngstu flokkarnir, frá 1. til 3. flokk, inn. 

Skúlin er mettur at kosta 350 milliónir krónur og skal hýsa næmingunum í Venjingarskúlanum og kommunuskúlanum, sum eru samanlagdir.

Helena Dam á Neystabø sigur, at skúlin fer at lúka øll krøv nógv ár fram í tíðina.

- Vit hava lagt stóran dent á fyrireikingarnar sostatt er skúlin væl gjøgnumhugsaður.

Starvsfólkið á samanløgdu skúlunum hava mannað nógvar arbeiðsbólkar og fylgibólkar, sum hava sett í kortið, hvussu skúlin skal skipast og innrættast.

- Eg hugsi at tey flestu starvsfólkini hava verið við til at mynda skúlan, sigur forkvinnan í Mentamálanevndini.

- Hann verür útgjørdur við øllum hugsandi hentleikum, og fer at lyfta undirvísingina upp á eitt heilt annað stig.

- Skúlin verður opin og innbjóðandi og tað er somuleiðis lagt upp til, at hann skal vera opin eftir skúlatíð, tá ið hann skal virka sum eitt slag av borgarahúsi, har skipast kann fyri tiltøkum av alskyns slagi, sigur forkvinnan í mentanarnevndin.

- Tað er kanska ikki í samsvari við tilmælini frá búskaparfrøðingum at fara undir eina risastóra verkætlan í so góðum tíðum sum hesum, tí tá er vandi fyri príshækkingum. Men viðhvørt hava vit einki val, og hetta er ein skúli, vit ikki sleppa undan at byggja nú, tí børnini hava so vánaligar umstøður, sum er, sigur Helena Dam á Neystabø. 