Nú seta tey niður á Sandi

Stóru bóndagarðarnir á Sandi, Uttastovugarðurin og Miðstovugarðurin eru nú

farin at seta eplini niður á Sandafløttinum.

Hetta eru størstu eplaveltirnar í Føroyum og tiltiknar fyri gódsku og

smakk.

Gamalt var at seta eplini niður um flaggdagin, men veðurlagsbroytingarnar

hjá okkum viðføra, at vit lítið og onki vár hava og tað er fyrst nú gróðurin

kemur. Tað merkir so aftur, at ikki verður tikið upp fyrrenn seint í

september.

 

##med2##

Sandafløtturin er millum bestu økir í Føroyum til eplir. Hann er gamal

havbotnur og kom undan fyri ca 12.000 árum síðani, tá okkara ístíð loksins

bráðnadi burtur.

So er bara at vóna um góðan epla gróður og at tað vónandi verður ein

eplafestivalur aftur i heyst.


Johan Mortensen