Nú skal hesin undir skurð

Føroyskur yrkisfótbóltsspælari skal skurðviðgerast í dag

Føroyski landsliðsspælarin í danska AaB, Gilli Sørensen, skal í dag undir skurð við fótinum. Gilli hevði vónað, at hann slapp undan at fara undir skurð, tí tað merkir, at hann ikki spælir aftur komandi tríggjar til seks vikurnar.

 

Les eisini: AV! Landsliðsspælari skurðviðgerast

 

-       Har var einki at gera. Nú verið eg ikki tøkur til uppstartin til superliguna, men eg ætli mær so smátt  at byrja at venja um tríggjar vikur, sigur Gilli Sørensen við in.fo.

 

Skjóti vongurin skal undir skurð í dag klokkan 15. Gilli hevur tó sett sær eitt greitt mál viðvíkjandi nær hann skal verða klárur aftur at spæla við fullari ferð.

 

-       Eg skal verða klárur til landsliðið í septembur, sigur Gilli Sørensen, sum hevur spælt tveir dystir á A-landsliðnum.

 

Gilli hevur annars við liðskipari á U21 landsliðnum.