Í gjárkvøldið kom eldur í eitt bilverkstað í Grønadali í Suðuroy, og hetta er á leiðini, har miðnámsskúlin í Hovi liggur.
- Sløkkilið og løgregla vóru skjót á staðið, men her var so stórur eldur, at hugsingur var ikki um at fáa eldin sløktan.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at inni á bilverkstaðnum var ein stór goymsla við bildekkum, og tey góvu nógvan hita og royk frá sær.
- Eingin var á verkstaðnum, tá eldur kom í, og vit vita ikki í løtuni, um nakar bilur stóð inni, tá eldurin kyknaði.
Løgreglan sigur, at allur bygningurin er kolaður upp og stendur nú snøgt sagt til niðurrívingar.
- Tey, sum boðaðu frá eldinum, vistu eisini at siga, hvar eldurin eftir øllum at døma kyknaði, og hetta kann hjálpa løgregluni í kanningararbeiðnum.
Vaktleiðarin legði í morgun aftrat, at streymslit var í Suðuroy eina lítla løtu í gjár, og hetta verður eisini tikið við í kanningararbeiðið hjá løgregluni.










