Nú skal tað verða lættari at fáa handverkarar og aðra lærda arbeiðsmegi úr øðrum ES londum til Føroya at arbeiða.
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lættari at fáa útlendskar handverkarar í lærda arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða.
Sum støðan er nú, ber ikki til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya, fyrrenn arbeiðsloysið fer niður um 3,5 prosent.
Og ætlanin er ikki at broyta hetta markið fyri vanlig arbeiðsfólk. Men nú skal tað bera til at fáa handverkarar og lærda arbeiðsmegi úr ES londum til Føroya, tá ið arbeiðsloysið í Føroyum er undir seks prosent.
Í løtuni er arbeiðsloyvi 4,3 prosent, men seinastu árini hevur arbeiðsloysiði Føroyum verið so høgt, at ikki síðani 2009, hevur tað borið til at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Serliga stórt trot er á handverkarum til byggivinnuna og Johan Dahl sigur, at Vinnuhúsið metir, at tørvur er á 150-200 handverkarum í Føroyum.
Samstundis eru so nógvar og stórar verkætlanir í umbúnað, at trotið á handverkarum fer at at veksa næstu árini, metir Vinnuhúsið.
Avleiðingin av tí er, at antin ber ikki til at fremja ætlaðu verkætlanirnar, ella fer trotið á handverkarum at elva til óhepnar lønarhækkingar. Ein onnur avleiðing er, at tá ið stórt trot er á handverkarum, kann tað eisini eisini elva til eitt stórt trot á læruplássum. Tí er bráðneyðugt at útvega føroyska arbeiðsmarknaðinum fleiri handverkarar, heldur Johan Dahl.
|