Nú skal prísurin á ferðaseðlunum hjá Strandferðsluni lækkast. Tað heldur ein samd fíggjarnevnd hjá Løgtinginum. Og nevndin vil hava Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum at seta lækkingina í verk skjótast gjørligt.
Bæði samgongan og andstøðan í fíggjarnevndini minna nú landsstýrismanin á, at løgtingið hevur játtað honum 1,5 milliónir krónur, sum vórðu markaðar til at lækka prísin á ferðaseðlum hjá Strandferðsluni. Enn er príslækkingin ikki sett í verk, men nú heitir altso ein samd fíggjarnevnd á hann um at seta hana í verk sum skjótast. Ella sum nevndin sigur, so væntar hon, at landsstýrismaðurin setir lækkingina í verk sum skjótast.
|