Stóra verkætlanin at knýta miðøkið í Føroyum tættari saman gjøgnum Eystur- og Sandoyartunnilin, nærkast enn eitt fet. 19. mai var P/f Eystur- og Sandoyartunlar stovnað, og nú verður søkt eftir stjóra til tunnilsfelagið, sambært Sosialinum mikudagin. Stjórin skal standa á odda fyri byggingini av tunlunum og tryggja, at verkætlanirnar koma á mál.
Felagið og virksemi tess skal byggjast upp frá grundini av, og tí verður fyrst og fremst leita eftir einum góðum og royndum leiðara, ið samstundis hevur gott innlit bæði í fíggjarviðurskifti og byggivinnuna. Í lýsingini verður dentur lagdur á, at verkætlanirnar verða gjøgnumførdar á tryggum fíggjarligum grundarlagi og sambært endamálum felagsins og samtyktum nevndarinnar.
Talan er um eina tað størstu verkætlanina nakrantíð í Føroyum, ið verður mett at kosta 1,9 milliardir krónur. Eftir ætlan skal vera koyrandi undir Tangafirði og Skopunarfirði í 2021.
Umsóknarfreistin til starvið er 8. august 2014 kl 16.00.