Sosialurin, Singapore: Á eini lítlari kaffistovu niðri á Clifford Pier í Singapore situr Lim Eong við einum kaffiglasi í høgru hond. Hann drekkur »Coppi all«, tað merkir á kinsesaraenskum, sterkt kaffi og uttan sukur og róma. Mr. Lim er ein klæntrasligur maður. Hann er ikki ungur longur. Hárið er tunt á skallanum og hann er vangagráður. Hann eigur ein gamlan træbát, eina jakt, sum hann nýtir at flyta sjómenn og frakt av redini, inn á Clifford Pier og útaftur. Hon er næstan líka breið, sum hon er long. Ein rættulig balja. Hetta arbeiðið, sum fergumaður, hevur hann røkt, so leingi nakar veit um at siga. Hann er fergumaður, eins og teir gomlu havnarmenninir, áðrenn molin var bygdur.
Mr. Lim drekkur spakuliga. Tað andar ein slíkur friður yvir honum. Hann kagar út millum súlurnar á stóru móttøkuhøllini á Clifford Pier, meðan hann situr við kaffikoppinum. Undir borðinum stinga naknu føturnar undan. Hann hevur latið seg úr tunnu sandálunum, sum er einasti fótbúni hann nýtir. Neglirnar eru langar og trivaligar
Mr. Lim er ein av teimum mongu, sum er raktur av herviligu roykdálkingini orsakað av skógareldunum í Indonesia. Flutningsbáturin hjá honum hevur ikki aðra tekniska útgerð enn ein motor og róður sjálvsagt. Eitt einstakt toppljós og síðulaternur eru eisini at síggja, hesar krevur lógin, men ongin radari.
? Eg missi nógvar túrar orsakað av hesum veðrinum. Onkran dagin hevur verið so tjúkt, at eg havi ikki loyst. Tað er ikki lukkuligt at sigla úti á redini millum allar nútímans skjótu bátarnar, við nýmótast hentleikum, við einum báti sum mínum, sigur hann og hyggur illbrýntur eftir nøkrum indonesiskum sjómonnum, so standa við eina telefonrøð og ringja heim.
? Høvdu teir so for f. gjørt okkurt við handan eldin í Jakarta. (høvuðsstaðurin í Indonesia,blðm.) Eg trúgvi als ikki at talan er um nakra náttúruvanlukku. Hetta eru pengagrískir menn, sum brenna skógirnar av. Tað er ikki nógmikið hjá forsetanum í Indonesia bert at koma við eini umbering til grannalondini. Nú má okkurt munagott gerast fyri at steðga eldinum, annars hosta vit lunguni úr okkum, sigur Mr. Lim. Yvirav okkum sita tveir aðrir kinesarar og drekka kaffi. Hesa løtuna, vit hava sitið, er øskubikarið á teirra borðið um at verða hálvfult. Teir tosa eisini um roykdálkingina, meðan teir roykja Gudang Garam, eitt sera vælumtókt sigarettmerki úr Indonesia, sum angar av ingefer.
Ongir touristar
Á Change Alley, ein inniloka handilsgøta, sum er áføst í Clifford Pier, er hýrurin ikki góður á fólki. Her er ein rúgva av smáhandlum og hesir liva fyri tað mesta av sjómonnum og av ferðafólki.
John er ovasti í handlinum Poh Seng, sum er væl kendur millum føroyskar og danskar sjómenn í Singapore. Hann hevur fingið djúpar foyrur í pannuna seinastu mánaðarnar. Tað syndri av hárið, sum er eftir á høgu pannuni gerst tynnri og tynnri. Hann hevur tikið við eftir pápan og fleiri fólk arbeiða í handlinum. Hann er høgt í metum á Clifford Pier
? The buisness is very quiet at the moment, sigur hann, setir eitt forstørrilsisglas upp í eygað og kagar niður í eina klokku, sum hann er ger í stand. Ein stygg moskitosfluga setir seg á klokkun og John kvøkkur eitt sindur við, tá hon dagar undan inni í forstørrilsisglasinum. John er, umframt handilsmaður, eisini ein sum kann umvæla so at siga alt, bert tað er nóg lítið í vævi. Hann hevur ein lítlan sigarkassa við ymiskum amboðum og felags fyri tey øll eru at tey eru í pinkustødd. Størsta amboðið í kassanum er ein nebbatong, sum helst einaferð hevur hoyrt heima í einum amboðskassa hjá einum smádrongi.
? Tað er fíggjarlig depressión í landsynningspartinum av Ásia í løtuni og roykdálkanin ger ikki støðuna betri. Fyri tað fyrsta, so steðgar ferðafólkastreymurin til Singapore og so er hetta támuta veðurlagið so tungt fyri sinnið, sigur John og rættar ein boygdan lítlapinn eitt sindur.
Ræðist ikki royk
Longur uppi í Change Alley heldur Faruk til. Hann er ein trúgvandi muslimur og ber eina hvíta broderaða húgvu sum tekin um hetta. Faruk er ein sera dámligur maður og hann hevur altíð eitt lítið smíl yvir varrunum, tað er líka mikið um tú hittir hann tíðliga á morgni ella seint á kvøldi. Faruk selir alt millum himmal og jørð, bert tað ikki er nýtt. Hann heldur til á trimum fermetrum í einum lítlum handli, sum hann hevur í felag saman við einum pengavekslara.
Faruk keypir serliga brúktar lutir frá russiskum sjómonnum og frá indonesiskum sjómonnum. Hann er serfrøðingur í russiskum lummaurum, russiskum medaljum og gomlum fototólum.
Sum nevnt, so er Faruk muslimur og seks ferðir um dagin fer hann í moskeina at biðja. Hann hevur ongan avloysara, tá hann biður. Hann steingir stillisliga handilin og setir eitt skeltið uttanfyri, har hann sigur møguligum kundum, at hann er í bønarørindum í løtuni, men verður skjótur aftur. Um hann missir onkran kunda av hesi orsøk leggur hann sektin á.
? Vit hava onki at óttast fyri hava vit okkara viðurskiftir við Gud í lagi, sigur Faruk og sýnir so tíðuliga, at hann óttast einki her í heimi. Hvørki vánaligar pengavánir ella royk úr Indonesia.
Pengarnir upp í royk
Á Raffles Place sæst rættuliga at sólin hevur fingið lív í fólk aftur. Tað er her, at teir stóru bankarnir halda til og her sær tú ikki ferilin av tí fátækara slagnum, undantikið onkur vaskikoma ella onkur vindeygapussari.
Uttanfyri United Ocerseas Bank eru skermar, har fólk kunnu fylgja við hvussu partabrøvini fara upp ella niður og hvussu dollarin er í mun til japanska yenin, malayiska ringidin, ella indonesiska rupien. Meðan roykurin var upp á tað mesta fyri vikum síðan, var lítið fólk at síggja við hesar skermar, men nú eru tey aftur. Meðan tey roykja eina sigarett, drekka kaffi ella njóta okkurt kalt, svalandi, so stara eyguni á digitaltølini á skermunum. Summi smílast, onnur seta kniklar í brýr. Her missa menn milliónir, her vinna menn milliónir.
Meðan singaporedollarin framvegis er sterkur, tó viknaður nakað mótvegis US dollaranum, so er ringidurin í Malaysia og thailendski bat raplaður viður við einum góðum triðingi og hesin veruleiki køvir alt prát um roykeitran millum buisnessfólkini á Raffles Plase. Tey, sum hava gjørt stórar íløgur í Malaysia hava mist nógvar pengar og tey sum liva av at keypa úr Malaysia gníggja sær í lógvunum.
Dreymurin livir
Á Raffles Place og mangar aðrar staðir í Singapore sær tú eldri fólk sita og selja lutaseðlar. Tú sær eisini yngri fólk við breki, sum hava hetta arbeiði. Her er talan um ein almennan lutaseðil og vinningarnir eru stórir. Hvør seðilin kostar átta krónur og hevur tú keypt ein slíkan, so kann tú liva í vónini um at gerast millióningur til drátturin er almannakunngjørdur í Straits Times.
Størsti vinningurin er 1,5 millión singaporedollar, tað er eru 6.5 milliónir føroyskar krónur. Næsti er 400.000 dollarar og so ganga teir niðureftir.
? Talan er um ein góðan lutaseðil og nógv vinna teir smærru vinningarnar. Teir stóru fella javnt á tey, sum eiga nógv og tey sum eiga lítið, sigur eina lutaseljari. Hon er eldri og hoykin og hevur sæð betri dagar reint likamliga, men lívsneistin í blonku eygunum sigur, at hon hevur nógv gott at geva, eisini nú mitt í lívsheystinum. Roykdálking vil hon als ikki tosa um, hon hevur gloymt roykin, nú sólin stavar niður á blonku pannuna mitt millum háhúsini í Singapore.
Í Singapore er nú eitt lítið skotbrá. Himmalin sæst aftur og rættulig skíggj. Enn brennir í Indonesia og nú verður gjørt rættulliga nógv fyri at bæsa skógareldunum.