Nú skulu danir prikast fyri triðju ferð

Danska koppsetingarætlanin er dagførd

Skjótt fara allir danir møguleikan at fáa triðja prikið. Hesum boðar danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, frá í dag.

 

Triðja prikið skal eftir ætlan gevast seks mánaðir og 14 dagar aftaná seinna prikið.

 

Komandi mánaðirnar roknar Magnus Heunicke við, at 1,5 milliónir danskir borgarar fáa triðja prikið.

 

Endamálið við hesum eyka prikinum er at halda smittutrýstinum niðri. Danski ráðharrin, Magnus Heunicke, útilokar í samrøðu við TV2 ikki, at eitt fjórða prik kann koma fyri í framtíðini. Hann sigur, at alt kann henda.

 

At byrja við verður talan um persónar í aldursbólkinum 65-84 ár, umframt røktarstarvsfólk. Men so hvørt fara allir borgarar í Danmark at fáa eitt tilboð um triðju koppseting.

 

Í Føroyum plaga vit at gera nøkunlunda tað sama sum danir í sambandi við koppseting, og tí er spurningurin, hvussu verður í Føroyum viðvíkjandi triðja prikinum. Vit hava meira um hetta um eina løtu í einari nýggjari grein.