Í kvøld og í annaðkvøld skulu finalistarnir í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum í hondbólti finnast, og í trimum av teimum fýra dystunum er spenningurin framvegis til staðar.
Einasta lið, ið kann kenna seg trygt, er kvinnuliðið hjá Kyndli. Kyndlakvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna í Vestmanna móti VÍF 26-18, og nógv skal til, um VÍF, sum spælir í 2. deild, skal venda hesum úrslitinum í kvøld.
So er hinvegin stórur spenningur undan hinari hálvfinaluni, sum er millum Neistan og StÍF. Fyrri dysturin teirra millum á Skála endaði við javnleiki 14-14, og alt er opið. Báðar hálvfinalurnar hjá kvinnunum verða spældar í Havn hóskvøldið.
Báðar tær fyrru hálvfinalurnar hjá monnunum endaðu við tveymálssigrum. Í Vestmanna vann VÍF í einum sera jøvnum dysti 30-28 á H71, meðan StÍF í Havn vann á Kyndli 27-25.
Seinnu hálvfinalurnar hjá monnum verða spældar í kvøld.