Nú skulu týskir stríðsvognar byggjast í Noregi

- Tað er ongantíð hent áður, at stríðsvognar eru framleiddir í Noregi, vita norskir miðlar at siga í morgun.

Týskir Leopard-stríðsvognar, sum Noreg skal keypa fyri 20 milliardir norskar krónur, skulu byggjast í Trøndelag.

 

Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, heldur, at hetta kann gerast byrjanin til eitt norskt ídnaðarævintýr. 

 

Noreg hevur nevniliga keypt 54 nýggjar Leopard 2 A8 NOR stríðsvognar.

 

Avtalan við týsku vápnafyritøkuna, Krauss-Maffei Wegmann, er, at mekaniski verkstaðurin, Ritek í Levanger í Noregi, skal framleiða og viðlíkahalda stríðsvognarnar.

 

Tað var í fjør vetur, at norska stjórnin gjørdi av, at verjan skal hava nýggjar stríðsvognar.

 

Nú er avtala so gjørd millum týska framleiðaran, Krauss-Maffei Wegmann og mekaniska verkstaðin, Ritek, um framleiðslu og viðlíkahald av vognunum.

 

- Tað er ongantíð hent áður, at stríðsvognar eru framleiddir í Noregi, vita norskir miðlar at siga í morgun.