Nú sleppa 15 ára gomul at koyra prutl

Bæði Ráðið fyri Ferðslutrygd og Ungdómstingið mæla frá, men tað lurtar samgongan ikki eftir

 

 

Nú sleppa 15 ára gomul at koyra vanlig prutl, sum koyra 30 kilometrar um tíman.

Tað fer Løgtingið at samtykkja í dag ella í morgin.

 

Johan Dahl hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at broyta ferðslulógina, og nú er greitt, at samgongan fer at taka undir við tí.

 

Og í dag ella í morgin fer Løgtingið at samtykkja uppskotið.

 

Rættarnevndin í Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har taka umboðini fyri samgonguna, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Brandur Sandoy, Eivin Jacobsen og Gerhard Lognberg, undir við ætlanini, har ein partur er at lækka aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til prutl.

 

Tey prutlini, sum kenna í dag, eru tey, sum koyra 30 kilometrar um tíman og aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til tey, 16 ár.

 

Men hereftir verða tveir bólkar av prutlum. Prutlini, sum vit kenna í dag, skulu nevnast lítil prutl og har skal aldursmarkið lækkast niður í 15 ár fyri at fáa koyrikort.

 

Men nú vit vit eisini eitt annað skal av prutlum, sum nevnist stór prutl, og sum kunnu koyra 45 kilometrar um tíman.

 

Í dag koma hesi prutlini í sama bólk sum motorsúkklur, har aldursmarkið fyri at fáa koyrikort er 18 ár.

 

Men nú verður aldursmarkið fyri at koyra tey stóru prutlini, lækkað niður í 16 ár.

 

Tingfólkini fyri samgonguna ásanna, at tað er ein trupulleiki, at nógv 15 ára gomul koyra prutl, uttan at hava koyrikort. Og  av tí at tey ikki hava koyrikort, hava tey heldur onga vitan um grundleggjandi ferðsluskipanir.

 

Tí heldur samgongan, at fyri trygdina er tað ílagi at lækka aldursmarkið, tí so fáa tey eina skipaða frálæru.

 

Samgongan heldur kortini, at skipanin um at lækka aldursmarkið niður í 15 ár fyri at koyra prutl, eigur at vera eftirmett um tvey ár.

 

Andstøðan tekur ikki undir við, at aldursmarkið fyri at koyra lítil prutl, verður lækkað niður í 15 ár.

 

Ein treyt fyri at lækka aldursmarkið er, at koyrifrálæra og koyrikort verða ein óloysiligur  partar av at aldursmarkið verður lækkað.

 

- Men Rættarnevndin hevur ikki fingið trygd fyri, at Mentamálaráðið fer at skipa fyri kravdari koyrifrálæru í sambandi við, at aldursmarkið at koyra prutl verður lækkað, sigur andstøðan

 

Samstundis mælir Ráðið Fyri Ferðslutrygd rættiliga álvarsliga frá at fremja hesa broyting, og tað sama gjørdi seinasta Ungdómstingið, sum var fyrr í ár.