Nú stendur EM-endaspælið upp á spæl

Russland vann greitt ímóti Kekkia, og hetta merkir fyri Føroyar...

Klokkan 17 byrjaði dagsins fyrsti dystur í EM-undankappingini hjá U17-kvinnum. Russland, ið sorlaði Kekkia 34-17 í gjár, og Ísland vóru mótstøðuliðini. Íslendska liðið rann aftaná allan dystin, og endin var tann, at Russland enn einaferð vann ein greiðan 34-17 sigur.

 

Hetta merkir fyri føroyska landsliðið, at tær eru 100% tryggjaðar eitt pláss í EM-endaspælinum í Makedonia, um tær megna at vinna ímóti Kekkia. Dysturin byrjar klokkan 19, og vónandi koma nógv fólk niðan í høllina á Hálsi at stuðla føroysku gentunum.

 

Júst sum í gjár, so hevur in.fo beinleiðis frásøgn á heimasíðuni. Hilmar Jan Hansen varpar eisini dystin út á Rás2.