Av sitandi borgarstjórum í løtuni er Linjohn Christiansen borgarstjórin, sum hevur sitið longst út í eitt. Hann gjørdist borgarstjóri hin 1. januar í 1989 og situr framvegis við borðendan í Skálavík.

Nú veksur fólkatalið aftur í Skálavík

Í Skálavík eru tey spent eftir at vita, hvat tað kemur at merkja fyri fólkatalið, at Mark nú byggir 10 nýggjar íbúðir í bygdini.

 

Av sitandi borgarstjórum í løtuni er Linjohn Christiansen borgarstjórin, sum hevur sitið longst út í eitt. Hann gjørdist borgarstjóri hin 1. januar í 1989 og situr framvegis við borðendan í Skálavík.

Í Skálavík fegnast borgarstjórin, Linjohn Christiansen, um, at fólkatalið í bygdini aftur er farið at veksa.

 

Hann vísir til tøl hjá Hagstovu Føroya yvir gongdina seinasta árið, sum vísir, at nú veksur fólkatalið aftur í Skálavík.

 

- Frá 1. august 2023 til 1. august 2024 løgdust níggju fólk aftrat í Skálavíkar kommunu - úr 135 íbúgvum til 144 íbúgvar.

 

Linjohn Christiansen sigur, at hetta sambært Hagstovu Føroya er ein vøkstur á 6,7 prosent.

 

Og nú er gongd komin á vøksturin, tí tað eru eisini fólk flutt í kommuna, síðan hesi tølini hjá Hagstovu Føroya.

 

- Eftir 1. august 2024 eru enn fleiri borgarar lagstir aftrat í kommununi, og vit fegnast um gongdina, sum nú er, sigur borgarstjórin.

 

Í Sandoynni sum heild vaks fólkatalið í øllum kommunum í nevnda tíðarskeiði - uttan í Sands kommunu.

 

Í Skálavík eru tey sjálvsagt spent eftir at vita, hvat tað kemur at merkja fyri fólkatalið, at Mark nú byggir 10 nýggjar íbúðir í bygdini.

 

Íbúðirnar komu til landið herfyri.

 

Seinastu dagarnar eru stóru elementini koyrd úr Havn til Skálavíkar, har tær fyrstu íbúðirnar nú eru komnar upp at standa.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Av sitandi borgarstjórum í løtuni er Linjohn Christiansen borgarstjórin, sum hevur sitið longst út í eitt. Hann gjørdist borgarstjóri hin 1. januar í 1989 og situr framvegis við borðendan í Skálavík.