Nú verður City Meal aftur

City Meal, sum verður í Frelsunarherinum mikudagin, er ætlað ungum foreldrum við børnum, men eingin verður koyrdur útaftur. 

Steðgur hevur verið í hjá City Church at gera máltíðir, síðan húsini hjá teimum brunnu. Samkoman hevur einans kunnað givið út matposar, og hetta hava fólk eisini verið glað fyri.

 

Men nú verður tað, at City Meal verður tikið uppaftur.

 

- Vit eru sloppin at læna hølini hjá Frelsunarherinum at hava City Meal í, og tað eru vit sera takksom fyri, siga tey, sum standa aftanfyri City Church.

 

Frelsunarherurin og City Church hava sama dna, tá ræður um at hita hjørtur hjá menniskjum.

 

- Vit hava ta fatan, at tá menniskju merkja kærleika, vón og eru mett - tá er lættari hjá øllum at síggja Guds góðsku, siga tey í City Church.

 

City Meal er ætlað ungum foreldrum við børnum, men eingin verður koyrdur útaftur. 

 

Í dag er tað ikki bara pengar, teimum ungu familjunum tørva, men eisini kvalitetstíð saman við børnunum.

 

- Vit eggja foreldrum at taka sær tíð til at fara eitt nú í Grasagarð og spæla við børnunum eftir arbeiðstíð - fyri síðan at koma og fáa sær eina heita máltíð og smyrja matpakka til morgunin eftir.

 

Í City Church halda tey, at hesar løtur eru gull verdar fyri øll, og lagt verður aftrat, at tey, sum ætla sær til City Meal mikudagin, skulu tekna seg á Facebook-vanganum hjá City Church.