Nú verður eldrarøktin styrkt: Arbeiðsleys undir forsorg fáa tilboð um arbeiði innan økið!

Einum nýtist ikki leingi at hava ábyrgd av almannamálum fyri at koma til ta niðurstøðu, at eldrarøktin er ein tann størsta avbjóðingin hjá einum og hvørjum landsstýri.

Eitt gott dømi um hetta er »Dagur og Vika« fríggjakvøldið, har vit fingu bert eitt dømi um eina familju, sum var komin í neyð vegna manglandi møguleikar at passa síni gomlu, har ansingartørvurin var tyngri enn hjá teimum flestu.

Fyrst kann nevnast at í verandi valskeiði er skjøtil settur á at seta á stovn sambýli fyri tey gomlu. Sum frá líður fer hetta at bøta um støðuna.

Tað sum tó er avgerandi er at fáa størri orku flutta til eldrarøktina. Og her er nakað við at henda. Í hesum døgum er landsstýrið við at taka eitt nýtt stig sum vónandi eisini kann gera sítt til at lætta um, har tørvurin á eldrarøkt er størstur.

Tað eru umleið 1.000 fólk sum fáa forsorgarhjálp vegna arbeiðsloysi. Hesi fólkini fara í næstum at fáa eitt tilboð um at kunna arbeiða innan eldrarøktina fyri teirra veiting. Veitingin verður umroknað til eitt arbeiðstímatal pr. viku. Henda nýggja orkan verður so sett inn har tørvurin er størstur, og tað verður talan um at røkja tær uppgávur sum verandi eldrarøkt ikki hevur orku til.

Her er talan um eina rættuliga nýhugsan á hesum økinum. Tí verður talan um eina skipan sum í fyrsta umfari er frívillig. Men landsstýrið roknar við, at tey arbeiðsleysu skuldu havt áhuga fyri at tikið við hesum tilboði. Í fyrsta umfari fáa viðkomandi møguleika fyri at koma út á arbeiðsmarknaðin aftur. Tey koma eisini inn á eitt øki í vøkstri og harvið møguleikar fyri framtíðar starv. Innan eldrarøktarøkið verður arbeitt við útbúgvingarmøguleikar, og skuldi hetta eisini stimbra áhuganum at taka við tilboðum um arbeiði.

Vit í landsstýrinum vóna, at vit við hesum tiltaki hava sett skjøtil á at loysa trupulleikarnar á hesum øki, har tørvurin er óendaligur, og vænta vit at úrslit skjótt fara at síggjast úr hesum tiltaki.


Tórshavn, 27. apríl 1998


Óli Jacobsen, landsstýrismaður