Nú verður farið at byggja ein almennan stovn í Vágum

Hann kostar slakar 23,8 milliónir

Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, høgrumegin, og Sjúrður Holm, hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Myndina tók Jákup F. S. Olsen, á Landsverki

Nú verður farið undir at byggja nýggjan bygning í Vágum til Sjóvinnustýrið. Í morgun varsamkoma á Fiskastykkinum í Sandavági, har stjórin á Landsverki, Sigurd L. Lamhauge og stjórin á Búsetur, Sjúrður Holm skrivaðu undir sáttmálan til nýggja Sjóvinnustýrið. fur 23,8 milliónir.

 

Sigurd L. Lamhauge bjóðaði vælkomin, síðani bar Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fram røðu. Ragnar Zachariasen frá ZETA arkitektum hevði eina framløgu um nýggja Sjóvinnustýrið, sum skal staðsetast á Giljanesi.  Prosjekteringin er farin í gongd, og skal hon verða liðug í desember 2021. Byggingin skal verða liðug í mai 2023.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

 

 

 

 

Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, høgrumegin, og Sjúrður Holm, hava skrivað undir nýggjan sáttmála. Myndina tók Jákup F. S. Olsen, á Landsverki