Kappingarárið í borðtennis er farið at hallað, og tað merkir, at FM-kappingarnar nærkast. Næstu tvey vikuskiftini eru FM fyri ung.
Nú sunnudagin fara smápinkur, pinkur, smágentur, piltar og smádreingir kappast, og sunnudagin 13. mars kappast gentur, kvinnuunglingar, dreingir og mansunglingar. Báðar kappingarnar eru í høllini í Trongisvági.
FM fyri vaksin verður fríggjadagin 1. apríl, meðan stóri finaludagurin hjá borðtennis, badminton og judo verður 2. apríl.