Nú verður konsertin!

Aftaná drúgvt fyrireikingararbeiði og nógva umrøðu, verður nú endiliga konsertin hjá Moirae í kvøld. Vit funnu teir uppi í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, tá teir longu vóru farnir inn at venja. Forsølan byrjaði mánadagin, men til ber enn at fáa hendur á atgongumerki fyri 80 krónur. Men bíðar tú til sjálva konsertina er prísurin 100 krónur

Orð: Dánial Hoydal Myndir: Álvur Haraldsen


Tað verður ein sitikonsert við stólum og skráningi, so tað verða ikki pláss til meira enn 400 fólk. Við at víðka um salin, kundi fleiri fólk passað inn, men tað vilja limirnir í Moirae ikki. Tað hevur okkurt við ljóðið at ger. ?Hesaferð spara vit ikki við nøkrum?, segði Terji. ?Alt skal vera so, sum vit vilja hava tað!?


Banan

?Vit hava fingið ein ljóðmann úr Danmark at standa fyri ljóðnum til konsertina. Hann arbeiðir eisini á Sweet Silence Studio, har fløgan er tikin upp, men í veruleikanum er hann nógv meira ein ?live?-fýrur. Hann er fastur ljóðmaður til Grøn Konsert, Hjá Dizzy Mizz Lizzy og Sort Sol - og hann hevur eisini hjálp amerikansku megastjørnuni Will Smith. Hann er ein ordilig ?banan?. Tað er fyri at fáa ta bestu ljóðgóðskuna - tað fær man heilt einfalt ikki í Føroyum. Hann hevur so onkra útgerð við sær afturat tí, sum vit sjálvir hava til taks í Norðurlandahúsinum og aðrastaðni,? segði Terji.

?Vit hava eisini fingið fólk afturat okkum á pallinum til hetta serliga tiltakið. Vit verða sjey mans á palli í mun til teir vanligu fimm. Jens Marni úr Kjølum skal spæla rútmugittar og Magnus Johannesen skal spæla øll keyboardini, so Kim kann geva sær tíð til at spæla klaver.?


Myrkagrønt og svart

?Og so mugu vit ikki gloyma okkara designara. Vit hava fingið eina damu, sum eitur Guðrun Ludvig, at gera klæðir til okkara. Eitt image skal skapast. Tað skal vísast til konsertina og meiningin er, at vit skulu brúka tað alt summarið. Klæðini eru eisini í tráð við stílin og litirnar í húsanum og marknaðarføringini annars, so vit eru sera nøgdir við úrslitið og hugskotini hjá henni. Annika Lávík hevur gjørt palldekorasjónir.

Á løriftinum aftanfyri pallin fer ein ljósmyndarøð, sum Anker Eli hevur gjørt, at verða víst, sum stuðlar upp undir tónleikin. Samstundis fer cyberljós úr Íslandi at mala um heysin á áhoyrarunum (tey, sum sóu Skeyk, vita, hvat tað er). So tað verður sanniliga eisini ein framførsla fyri eyguni, eins væl og oyruni.

Alt hetta merkir sjálvandi, at konsertin er DÝR, men vit satsa hart og royna at gera so nógv burturúr sum møguligt, fyri at fáa fólk at hava hug til at koma. Men tað er eisini fyri okkara egnu skuld. Hetta er seinasti kjansur hjá Moirae, og áðrenn vit gevast vilja vit hava eitt ordiligt knall burturúr. Vit vilja hava tað stuttligt og gera tað so gott sum gjørligt, so má tað kosta, hvat tað vil.

Norðurlandahúsið hjálpir okkum eisini eitt sindur fíggjarliga og er sera lagaligt við okkum.


Nú ella aldrin

?Vit vóna at fólk fara at koma, og tey fara at vera í góðum lag, so vit fáa eina góða konsert. Onkur hevur sagt, at tað liggur illa fyri nú mitt í øllum fótbóltsrokinum og próvtøkutíðum, men eg haldi júst, at hetta skuldi verið eitt gott høvið at fingið andarúm eina løtu. Fólk kunnu koma her at hugna sær eina løtu og ikki hugsa um lestur og annað, sum tey hava um oyruni. Tað verður jú onki ball. Ein sitikonsert sum varar ein tíma og eitt korter. Men vit lova at geva tað best vit eiga hesa løtuna.

Hetta er endaspurturin hjá Moirae, so um tú skalt hoyra okkum eina seinastu ferð, so er tað nú!

Orsøkin til at vit gevast er, umframt at onkur fer av landinum og so, at vit hava roynt alt, sum er at royna í Føroyum. Vit hava spælt í hvørjum einasta lítla skymaskoti í landinum. Vit hava givið fløgu út, og so hava vit verið á Prix Føroyar. Vit fóru síðan til Finnlands tvær ferðir. Hetta vóru stórar gularøtur, sum fingu okkum at taka okkum saman og venja hart, men nú er alt roynt. Hendan útgávn og konsertin verða so teir endaligu varðarnir og tað stórsta og besta, vit hava gjørt og kunnu framføra í løtuni.

Tað er eisini nakað við, at vit hava brúk fyri at finna saman við øðrum. Nú hevur Moirae verið til í fimm ár, og vit hava tikið og givið hvørjum øðrum nógv. Tað er heilt sikkurt, at til dømis Kim má sleppa at verða oddamaður í sínum egna orkestri, og hann og Kaj hava longu tosa um at gera meira við bólkin Taxi, sum teir báðir hava saman við Jón McBirnie, men eg veit ikki rættiliga, hvat teir finna uppá?, segði Terji.


Fløgan verður at fáa dagin eftir konsertina, t.v.s. leygardagin í 3´aranum, sum gevur hana út, og Moirae-menninir verða har klokkan 12.00 og vísa hana fram. Fólk kunnu eisini fáa hana signarraða, um tey vilja.

Mikukvøldið í Norðurlandahúsinum vístu teir í øllum førum, at teir meina tað í álvara, so eg haldi ikki, at nakar skal ivast í dygdini, tá tit fara at keypa atgongumerkini.

Góða konsert!