Nú skal tað verða lættari at útvega sær eykalutir til bilin. Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann hevur tikið stig til at gera tað lættari at útvega sær eykalutir til bilin, uttan um tann, sum umboðar eitt ávíst bilmerki.
Tað var Kári P. Højgaard, tingmaður, sum spurdi landsstýrismannin, hví tað ikki ber til hjá bileigarum í Føroyum at fáa allar upplýsingar um ein bil á internetinum við at upplýsa skrásetingarnummarið.
Hann sigur, at hjá bileigarum aðrastaðni ber tað til, og hann vil hava at vita um Johan Dahl ætlar at gera nakað fyri at, at hetta skal bera til hjá bileigarum í Føroyum eisini. Kári P. Højgaard sigur, at í Føroyum er tað bara bilasølan, ið umboðar eitt ávíst slag av bilum, ið hevur atgongd til allar upplýsingar um akarið.
Skal bileigari keypa eykalutir, er at tað nógv truplari, og møguleikin fyri feilkeypi nógv størri, enn um tað bar til at fáa allar upplýsingarnir um bilin á internetinum við at upplýsa skrásetingarnummarið, sigur hann.
Johan Dahl svarar heilt stutt, at tað er einki sum forðar fyri at fáa upplýst skrokknummarið á bilinum, við at upplýsa skrásetingarnummarið sum bilurin hevur.
Hann sigur eisini, at hann hevur tikið stig til, at føroyskar bilasølur, verkstøð, eykalutaumboð, og onnur, kunnu fáa skrokknummarið á bilinum, við at upplýsa skrásetingarnummarið, og soleiðis fáa atgongd til tekniskar upplýsingar um bilin.
|