Nú verður lýggjari og turrari

DMI roknar við góðveðri næstu dagarnar – hitin kann koma upp í 14 stig

Danska veðurstovan DMI roknar við góðveðri næstu dagarnar. Hitin verður um 10 stig, fríggjadagin upp í 14 stig, og tað verður turt mesta av tíðini.

 

DMI sigur, at týsdagin verða 5-10 m/s av landnyðringi, um náttina 8-13 m/s. Turt og nakað av sól, um náttina lutvíst klárt veður. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Mikudagin verða 8-13 m/s av landnyðringi, um náttina minkandi niður í 5-10 m/s. Fyri tað mesta turt og nakað av sól, um náttina skýggjað í støðum. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagin verða 5-10 av landnyðringi, sum fer í eystan og landsynning. Fyri tað mesta turt og nakað av sól. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Fríggjadagin verða 5-10 m/s av landsynningi, minkandi niður í 2-7 m/s. Nakað av sól, men sum frálíður skýggjað og ælaveður, í støðum mjørki. Hitin um dagin millum 9 og 14 stig, um náttina um 8 stig.