Nullloysn í Cardiff

ONGLAND 1. DEILD

Claus Bech Jørgensen var leygardagin aftur partur av Coventry ferðalagnum, tá ið teir vitjaðu í Cardiff. Claus var á beinkinum fyrstu 56 minuttirnar. Coventry venjarin, Micky Adams, ásannaði eftir dystarlok, at hann var stak væl nøgdur við málleysa javnleikin. Í vikunum undan vitjanini í Cardiff segði Micky Adams seg ferð eftir ferð hava staðfest, at mótstøðuliðið hesa ferð var ógvuliga væl fyri.
Coventry hevði nógv fólk aftanfyri bóltin, og at teir høvdu ein verjukendan miðvallara eyka millum teir fyrstu ellivu kundi vera orsøkin til, at føroyski landsliðsspælarin var á beinkinum, inntil tað restaðu 34 minuttir.
Cardiff hevði stórar málmøguleikar, men Coventry fór til hús aftur við einum stigi, og tað vóru teir sera væl nøgdir við.