Nullloysn í Havn

Tveir týðandi dystir í triðja umfari í liðkappingini blivu leiktir í Havnini um vikuskifti, men einki lið fór heim sum vinnari. Í Danmark hava útisetarnir fingið flúgvandi byrjan í 2. deild.

 

Klassikarin millum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag endaði við javnleiki 2-2. Havnarmenn, sum høvdu heimavøll, kunnu iðra seg mest, eftirsum teir høvdu støður til fleiri stig.

Undan dystinum vóru klaksvíkingar favorittar, men tá talan er um dyst millum hesi stórlið kann alt henda.

Á fyrsta borði vann Ólavur Simonsen eitt sera flott talv ímóti Martin Poulsen. Ein sonn perla, har Ólavur við hvíta fólkinum snøgt sagt niðurspældi Martin. Sigurin hjá Ólavi var hin einasti hjá klaksvíkingum sunnudagin.

15 ára gamli Olaf Berg vann hinvegin einasta talv hjá havnarmonnum. Hann vann eitt spennandi talv ímóti tí roynda Rana Nolsøe. Olaf fekk kroyst Rana í miðspælinum, men Rani bardi seg tó frían og leingi var javnt. Olaf helt høvdið kalt og tá Rani flutti skeivt var Olaf skjótur og vann trygt.

Á triðja og fjórða borði bjargaðu klaksvíkingarnir Steintór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen sær hálvt stig hvørt ímóti ávíkavist Herluf Hansen og Andrias Ziska. Klaksvíkingarnir vóru klárt við undirlutan, men fingu onkursvegna snýtt havnarmennirnar fyri hálva stigið.

2-2 er eitt gott úrslit hjá havnarmonnum hóast fyrimun til fleiri stig.

Komandi leygardag verður sannur toppdystur millum VT og KTF. IM John Rødgaard hevur gott tak á Ólavi Simonsen, meðan alt kann henda millum Torbjørn Thomsen og Rana Nolsøe, eins og við triðja og fjórða borði. Spurningurin er um Ólavur kann bróta ringu ringrásina ímóti Rødgaard. Talvið teirra millum verður helst eisini avgerandi í júst hesum dysti.

HT2 hjálpir KTF

Í Havn var toppliðið úr Vestmanna á vitjan í dysti ímóti næstbesta havnarliðnum í fyrstu deild. Vestmenningar megnaðu bert at fáa tvey stig burturúr ferðini til Havnar, og má tað sigast at vera sera óvæntað og skuffandi fyri teir. Ikki fingu havnarmennirnir á næstbesta liði nógvar møguleikar undan kappingarbyrjanini, men teir hava so sanniliga prógvað at teir møguliga kunna klára seg í fremstu deildini.

Fyrsta yvirraskilsi hendi tá Jóhan Gaard fekk ein góðan javnleik ímóti IM John Rødgaard. Rødgaard bjóðaði Jóhan javnleik tá hann í tíðarneyð stóð nakað verri, og Jóhan var skjótur at taka av tilboðnum.

Óli Joensen kláraði ikki uppgávuna ímóti Torbjørn Thomsen, og tapti ikki óvæntað ímóti sterka kollfirðinginum, sum hevur vunnið øll síni trý talv fyri vestmenningar í ár.

Johan E. Hansen hevði finnu meir í rókaendatalvi ímóti John Jacobsen á triðja borði, men rakk tað bert til ein javnleik. Jógvan Næs úr Havn hevur eisini óvæntað vunnið øll síni talv á fjórða borði. Sunnudagin vann hann á Kára Durhuus, sum óneyðugt misti finnu og tá var endatalvið lætt vunnið hjá Jógvani.

Saman við havnarmonnum kunnu klaksvíkingar fegnast um úrslitið, sum ger at støðan er tann sama í toppinum.


Tiger aftur í Føroyum

Kollfirðingar høvdu styrkt sær munandi um liðið ímóti hvalvíkingum. Svenski stórmeistarin Tiger H. Persson sum í mong ár hevur havt samband við Kollafjørð, var aftur at síggja á liðnum. Tiger telvar kring norðurevropa við ymsum liðum, eitt nú í Svøriki, Danmark, Týsklandi og eisini í Føroyum. Júst hetta vikuskifti hevur helst ligið væl fyri hjá honum í annars vælfylta kalendaranum at koma til Føroyar.

Tiger vann eisini sum væntað á Martini Brekká meðan Hans Kristian Simonsen, júst afturkomin frá HM í Spania, leikti javnt ímóti Finnbjørn Zachariassen á øðrum borði.

Eyðálvur Johannesen sum fyri tveimum vikum síðani vann á Martin Poulsen, vann aftur í triðja leikumfari, hesaferð á Sámal Christiansen. Bergur Magnussen vann sítt talv á fjórða borði ímóti tí unga Áranti Djurhuus.

Ein kærkomin kollfjarðasigur, sum hinvegin letur aftasta pláss til hvalvíkingar. Tiger verður valla við kollfirðingum hvørt umfar og tí verður tungt hjá teimum at blanda seg í toppin.


Støðan

VT 9 stig

KTF 8

HT 6_

KT 4_

HT2 4_

TFS 3_


Javnt í 2. deild

Runavíkingar hildu fast um endan í toppinum við 2-2 ímóti gøtumonnum. Við Bjarka Ziska á liðnum kunnu runavíkingar røkka langt.

Áhugaverdur dystur varð á Toftum har sandavágsmenn vitjaðu. Fyrrverandi føroyameistarnir Jens Kristian Hansen og Torkil Nielsen, sum mangan hava hitst yvir talvborðið, leiktu javnt á fyrsta borði, men dystin vunnu toftamenn 2_-1_. Triði dysturin í deildini varð millum vestmenningar og klaksvíkingar og hendan vunnu klaksvíkingar sera óvæntað 4-0. Útisetin Finnbjørn Vang hjálpti klaksvíksliðnum hetta vikuskifti.

Í 3. deild er líkt til at tey bæði havnarliðini, HT3 og HT4, fara at stríðast um uppflyting. HT4 hevur munin í løtuni, men eisini kunnu sandavágsmenn møguliga blanda seg í toppin. HT4 vann toppdystin 3_-_ á Róki, sandavágsmenn vunnu trygt 3-1 á vestmenningum meðan kollfirðingar og HT3 býttu stigini.