Vága Floghavn er komið í fínt selskap hjá danska ferðafólkaritinum ?Turen Går Til?. Á heimasíðuni, www.tgt.dk, hava tey biðið lesararnar sagt sær, hvørjar tær villastu flogbreytirnar í heiminum eru, og her kemur flogvøllurin í Vágum inn á eitt flott 11. pláss.
Millum annað verður sagt um flogvøllin, at hann er væl goymdur av vegnum - hetta tí tað skuldi vera trupult hjá týsku bumbuflogførunum at bumba vøllin. Og at veðrið er sera skiftandi, tí fjøll og hav umgyrða vøllin, sum við sínum 1250 metrum eisini krevur heilt serligar førleikar at lenda á.
Ovast á listanum er annars Paro Airport í Buthan. Ein vøllur, ið er somikið krevjandi, at tað bert eru átta flogskiparar, sum hava serliga loyvið, sum krevst fyri at lenda á vøllinum.