Nýggi maðurin kom og sá og sigraði

B36 misnýtti stórar møguleikar í fyrra hálvleiki, og so var tað, sum tað plagar at vera hjá klaksvíkingum

Fyri fyrstu ferð síðani teir í oktober 2019 við rimmar 3-0 sigri tryggjaðu sær FM heitið, hevur KÍ í dag vunnið á útivølli ímóti B36.

 

KÍ vann 1-0, og tað var nýggi álopsspælarin Anders Sølvsten Holvad, sum skoraði málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir flattinnlegg úr høgru frá Mads Bo Mikkelsen. Mitt fyri og ein hálvan metur frá málstrikuni vísti nýggi maðurin, at hann hevur máltev og so var 1-0.

 

B36 hevði tá havt tveir góðar málmøguleikar. Tann fyrri var, tá ið Brian Jakobsen við handara stólpa var leysur eftir framlegging úr vinstru. Brian royndi seg úr góðari støðu við stútara, men bólturin fór dygst skeivu megin stólpan. Og so var tað Símun Sólheim, sum úr høgru bjóðaði verjuni av, sneiddi framvið Heina Vatnsdal og var í góðari støðu í brotsteiginum, tá ið hann smekkaði til, men bólturin tók í stólpan og fór út til málspark.

 

Higartil í ár er bara eitt mál farið ígjøgnum hjá KÍ. Tá ið B36 ikki tók av í fyrra hálvleiki, og tað síðani gekk, sum tað plagar at gera hjá KÍ, so hava meistararnir øll stigini við sær norðuraftur.

 

Klaksvíkingar vóru fleiri ferðir í góðum støðum, og onkra ferðina var møguleikin stórur. Tó eydnaðist tað ikki at fá bóltin í málið aftanfyri Mattias H. Lamhauge, sum vardi B36 málið væl.

 

At tað er stór kapping um plássini á KÍ liðnum sást í dag í, at Páll A. Klettskarð ikki var á liðnum, og at millum teir á beinkinum vóru Deni Pavlovic og René Shaki Joensen.

 

 

 

 

 

B36 – KÍ 0-1 (0-1)

 

Dómari: Petur Reinert

 

0-1: Anders Sølvsten Holvad 24.

 

B36: Mathias H. Lamhauge – Thor Høholt, Lukas S. Enevoldsen, Sonni Ragnar Nattestad – Símun Sólheim, Eli Falkvard Nielsen, Ragnar Samuelsen, Michal Przybylski, Magnus Egilsson – Brian Jakobsen, Martin Agnarsson

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jesper Brinck, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Claes Philip Kronberg – Anders Sølvsten Holvad, Jóannes Bjartalíð