Í februar gav Árni út sangin ”Tá eg sá teg”, sum náddi hæddirnar eftir stuttari tíð. Nú kemur so tann næsti sangurin, sum er um glaðar ungdómsdagar.
Orðini til sangin hevur Árni skrivað saman við Janus Nolsø. Lagið hevur Árni gjørt fyri nøkrum árum síðani, og enn einaferð er tað sonur Árna, Julian sum so meistarliga hevur staðið fyri upptøkum, ljóblanding og mastring.
Johan Henze hevur spælt trompetir til sangin, og tað hevur hann gjørt meistarliga.
Hesin nýggi sangurin ”Vit vóru ung” er ein glaður summarsangur sum hevur ein dám av reggaerútmun í sær, er lættur at syngja til, og sangurin fær fólk í gott lag.
Árni og Julian skulu saman við bólki framføra á Tórsfest 22 juli kl 19, og tá verður møguleikin at hoyra hendan nýggja sangin framførdan saman við væl umtókta ”Tá eg sá teg”, umframt aðrar sangir, sum Árni og Marnar góvu út fyri nógvum árum síðani.
##med2##