Nýggi stjórin byrjar í morgin

Jóhanna á Bergi tekur í morgin við starvinum sum stjóri í Atlantsflog.

Jóhanna á Bergi tekur í morgin við starvinum sum stjóri í Atlantsflog.

 

Annan juni boðaði Atlantic Airways frá, at felagið hevði sett Jóhonnu á Bergi í starv sum nýggjur stjóri. 

 

Jóhanna á Bergi er 44 ára gomul, og hon hevur drúgvar royndir í leiðslu og nevndararbeiði. Seinastu níggju árini hevur hon verið stjóri á Faroe Ship. Hon hevur leiðsluútbúgving frá Robert Gordon University í Skotlandi, og harumframt er hon útbúgvin innan sølu og marknaðarføring á Danska Eksportskúlanum. Jóhanna á Bergi hevur áður verið sølustjóri hjá JFK í átta ár, og eitt skifti var hon søluleiðari hjá Fiskasøluni niðri í Fraklandi. Umframt leiðarastørv hevur hon í nógv ár havt ymiskar nevndarsessir.

 

Jørgen Holme tók í november 2013 fyribils við stjórastarvinum í Atlantic Airways í einum skiftistíðarskeiði, sum í mesta lagi skuldi vara tvey ár. Hetta hendi, eftir at Magni Arge bleiv koyrdur frá av nevndini í felagnum.

 

Jóhanna á Bergi verður fjórði stjórin í Atlantic Airways, síðani flogfelagið varð stovnað 10. november 1987. Heri Mortensen var fyrsti stjóri í føroyska flogfelagnum.