Í sambandi við at Gunn Hernes er vorðin stjóri í Norðurlandahúsinum, verður almenn móttøka í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. juni kl. 16.00
Gunn Hernes er úr Moss í Noregi og er útbúgvin innan mentanarfyrisiting. Hon hevur m. a. arbeitt sum mentanarráðgevi í Bergen Kommunu, verkætlanarleiðari fyri palllist og tónleik, og hon hevur eitt stórt altjóða netverk.
Til móttøkuna fer Joanna Johansen at bjóða Gunn Hernes vælkomnari vegna stýrið í Norðurlandahúsinum. Síðani fer Gunn m.a. at siga frá Heystskránni og at presentera føroysku tilnevningina til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, nýskapandi bólkin Hamferð.
– Kom framvið og heilsa upp á Gunn, fá eitt prát og okkurt gott til góman frá Smakka afturvið, skrivar Norðurlandahúsið.
Í sambandi við móttøkuna letur Summarframsýningin 2018 upp. Framsýningin hevur heitið »VATN – Norðurlendsk Salón«, og listafólkini eru norðurlendsk og baltisk, skrivar Norðurlandahúsið.