Í Fótbóltspanelinum, sum er sending á FM1 hvønn fríggjadag frá klokkan 16 til 17, verður nýggi venjarin hjá HB, Kim Engstrøm, gestur.
Hann er 42-ára gamal, er úr Odense, og hevur verið fótbóltsvenjari síðstu 12 árini. Fyrst í Vejle, og síðani í OB. Í Vejle var hann venjari hjá U17 og U19, umframt at hann var hjálparvenjari hjá besta mansliðnum eitt tíðarskeið. Í OB hevur hann verið U19-venjari, har hann førdi liðið til danska meistaraheitið í 2020.
Hevur hevur mist spælarar sum René Shaki Joensen og Mads B. Mikkelsen til KÍ, Mikkel Dahl til íslendskan fótbólt og so er Michal Przybylski farin aftur til B36. Hartil er Samuel J. Chukwudi farin til belgiska Union St. Gilloise.
Tveir gamlir kenningar eru nýggir í hópinum. Teir eru Tróndur Jensen, sum er komin úr NSÍ, og Ári M. Jónsson, ið er komin úr norska Sandnes Ulf. Í vikuni gjørdi HB eisini sáttmála við danska miðverjan, Gustav Kjeldsen.
Ætlanin er, at Fótbóltspanelið fær vitjan av øllum venjarunum í Betri deildini hjá monnum gjøgnum árið.