Alexander Jovevic úr Serbia elskaði nýggjar avbjóðingar, at ferðast og at flyta seg tá honum sum 24 ára gamal stóð í boði at koma til Føroyar at spæla fótbólt. Nú 12 ár seinni, hevur hann meir ella minni fest rót, og býr í Fuglafirði har hann er venjari í Effo deildini hjá ÍF.
Hann byrjaði at spæla fótbólt sum 11 ára gamal, og hetta var stóri dreymur hansara.
-Serbar taka ofta av møguleikanum teir fáa. Um ein dugur at spæla fótbólt so fylgir man tí dreyminum, og tá verður fótbóltur tað, sum myndar alt títt lív. Í Føroyum er alt slíkt ofta bara eitt frítíðarítriv, og ikki ein yrkisleið. Tó dámar mær væl báðar mentarnirnar, sum fylla lív mítt, tí eg fái tað besta úr tveimum ymiskum heimum.
Hann sigur at ÍF longu hevur vant í nakrar mánaðir, og hann heldur útlitini hjá liðnum vera góð.
-Hugurin hjá spælarunum er góður, og teir eru fokuseraðir. Síðsta ár lógu vit sum nummar sjey, so tað var ikki so gott sum tað hevur verið seinastu árini. Vit hava arbeitt hart við hugburðinum hjá spælarunum, og nú gongur væl, sigur hann.
Tá Alexander Jovevic hugsar um heimlandið Serbia kennir hann sjálvsagt ein sterkan sakn. Hann vitjar Serbia eina ella tvær ferðir um árið, og kemur síðani aftur til Føroyar.
-Nú havi eg mína egnu familju, og hon er her í Føroyum. Kona mín og synirnir eru her í Føroyum, og bara vit eru saman, so er líkamikið um vit búgva í Serbia ella í Føroyum. Nú eru Føroyar heim okkara, sigur Alexander Jovevic.
Hann greiðir frá at hann og føroyska kona hansara Sandra hava blandað tvær mentanir saman, og við tí skapað teirra egna grundarlag. Tó valdu tey at gifta seg her í Føroyum, tí um tey skuldu játta hvørjum øðrum sítt ja í Serbisku kirkjuni so skuldi Sandra taka undir við trúðarjáttanini har fyrst, og tað vóru tey ikki áhugaði í. Tí valdu tey Føroyar, men valdu tó at blanda siðir og mentan frá báðum londum til serliga dagin.
Føroyskur fótbóltur er vaksandi, hóast vit enn eru amatørar, sum spæla bólt eftir arbeiðstíð og ikki taka spælið í álvara. Vit royna okkara besta at førka okkum framá, men tað er torført tí framgongdin er sein, tá vit ikki geva bóltspælinum meir av tíð okkara, greiðir hann frá.
-Landið er lítið, og ein loysn uppá at hækka støðið í fótbóltinum hevði verið at bjóða fleiri útlendskum spælarum og venjarum hendan vegin. Tí, gløgt er gestsins eyga, og um vit øll arbeiða á sama hátt so verða møguleikarnir at betra um góðskuna færri. Hetta kemur at tálma okkum. Tí royni eg altíð at geva ráð og íblástur úr útlondunum og somuleiðis verða opin fyri leiðbeining og ráðum frá øðrum.