Fríggjadagin 17.mai klokkan frá 14 til 15 verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram á Reinsarínum í Tórsgøtu.
Tórshavnar kommuna hevur orðað nýggjan vinnupolitikki fyri árini 2024 til 2028.
Fríggjadagin verður høvið hjá áhugaðum at hoyra meira um nýggja vinnupolitikkin.
Tiltakið er alment, skrivar Tórshavnar kommuna á torshavn.fo.