Nýggj ætlan um grindadráp: Hetta er ikki so einfalt

Nú skal tað verða lættari hjá sýslumonnum at banna grindadrápið í einum øki – men har er ymiskt at hugsa um

Hetta er ein spurningur, sum helst er fløktari enn hann sær út til at vera. Tað sigur Ragnar Jacobsen, formaður í Grindamannafelagnum, nú Landsstýrið ætlar at broyta grindareglugerðina. Men hann leggur dent á, at hetta er hansara egna meining, tí Grindamannafelagið hevur ikki viðgjørt málið enn.

 

Ein broyting er, at nú skal tað í mesta lagi verða loyvt at drepa 500 springarar um árið og tað vísir Ragnar Jacobsen ikki frá sær.

 

Les eisini: Kanska er tað rætt at seta hámark á springara

 

Eftir galdandi reglugerð er tað landsstýrismaðurin, sum kann áseta tíðaravmarkað bann fyri grindadrápi í ávísum grindaøkjum. Men tá kunnu onnur grindaøki biðja um at fáa grindina og vilja tey tað, skal grindin haldast til og býtast til tað grindaøkið, sum hevur biðið um hana.

 

Men nú ætlar Landsstýrið eisini, at nú skal tað verða lættari og smidligari hjá sýslumonnum at seta tíðaravmarkað bann fyri grindadrápi í einum øki, tá ið tað verður mett, at tey longu hava fingið nokk av grind.

 

Bannið kann í mesta lagi verða galdandi í tríggjar mánaðir ísenn og tað kann fevna um eina ella fleiri hvalvágir. Í hesum sambandi tekur landsstýrið Suðuroynna fram sum dømi. Okkurt árið hevur tað verið nokk av grind í Suðuroy. Tá ið fólk hava nóg mikið av grind, er tað ringt at fáa nokk av fólki at fara í grind og at taka grindina upp. Eisini er tað rættiliga tvørligt at flyta hval úr Suðuroynni til aðrar oyggjar, tí tað er so langt. Men nú verður tað lættari hjá sýslumanninum at seta bann fyri fleiri grindadrápum í eina tíð.

 

Ragnar Jacobsen heldur, at í hesum sambandi eru nøkur viðurskifti, sum tað verður neyðugt at fáa greiði á. Hann vísir á, at nógvastaðni norðan fyri, er stutt ímillum hvalvágirnar og greiða má fáast á, hvussu farast skal fram tá ið eitt øki hevur nokk av grind. Skal tað, í slíkum førum, verða loyvt at reka grindina inn á aðrar hvalvágir, ella skal hon fara, spyr hann.