Nýggj bók um fosturtøku

Abort – grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv, er heitið á bók, sum Sprotin gevur út, og sum verður løgd fram á Reinsarínum mikukvøldið 6. mars 2024

Í bókini eru greinar eftir høvundar, sum á ymsan hátt hava verið við í almenna orðaskiftinum um abort sum serfrøðingar.

 

Prát verður við nakrar av høvundunum um viðbrekna og enn nýggja orðaskiftið um rættin til at velja abort í Føroyum.

 

Kaffi, te og annað drekkandi verður at fáa og okkurt leskiligt afturvið, og Marianna Nagata fer at seta dám á kvøldið við tónleiki.